Um meg
Norðvet
Djóralækni · Alivinna
Noomi Dalbø Jacobsen
Øll djór hava egið virði. Góð fiskavælferð og góður rakstur ganga hond í hond. Eg las til djóralækna á CEU Cardenal Herrera í Valencia frá 2018 til 2023 og byrjaði mítt arbeiðslív á Selvática, einum djórasjúkrahúsi fyri eksotisk djór. Ein dagin var sjúklingurin ein slanga, næsta dagin ein ørn. Har lærdi eg at loysa trupulleikar, har svarið ikki altíð stóð í bókunum. Síðani 2024 havi eg arbeitt sum djóralækni í alivinnuni í Føroyum og Skotlandi. Í juli 2025 valdi eg at gerast sjálvstøðug, og við NORÐVET bjóði eg nú alifyritøkum eina óhefta djóralæknatænastu. Mín vón er, at lætta um hjá tykkum, tá ið tørvur er á tí. Eg haldi vitanina og førleikarnar við líka, og tit fáa tíð til tær uppgávurnar, sum tíðin annars ikki røkkur til. Alt arbeiði er sjálvsagt í trúnaði. Fiskurin tekur sær ikki frí í vikuskiftinum, so tað geri eg heldur ikki. Eg arbeiði eisini kvøld, nætur og vikuskifti eftir avtalu. Tænasturnar síggja tit undir «Tænastur».
