FISKAHEILSA

Heilsueftirlit og -kanning til laks á landi og sjógvi

Fakligt, óheft eftirlit við fiskaheilsu – frá smoltstøð til alibrúk og brunnbát.

Bílegg kanning

Tænastur

Vel tænastuna, og send eina umbøn um tíð. Eg svari skjótast tilber.

Eftirlit við heilsu og trivnaði hjá laksi á sjógvi við denti á støðuna á alibrúkinum og møgulig tekin um sjúku.

Eftirlit við heilsu og trivnaði hjá smolti á landi við denti á støðuna á smoltstøðini og møgulig tekin um sjúku.

Meting av heilsustøðuni hjá smolti undan útsetan á sjógv, við denti á viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri flutning og útsetan.

Meting av heilsu og trivnaði hjá laksi undan tøku, við denti á viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri handfaring og flutning.

Meting av heilsu og trivnaði hjá laksi á sjógvi undan viðgerð, við denti á støðuna hjá fiskinum og møguligar váðar.

Meting av heilsu og trivnaði hjá smolti undan viðgerð, við denti á støðuna hjá fiskinum og møguligar váðar.

ATP-kanning til at meta um reinføri á yvirflatum á skipum. Kanningin gevur eina ábending um lívrunnar leivdir eftir reingerð.

Fiskaheilsutænastur uttanlands eftir nærri avtalu. Upplýs land og tørv, so kunnu vit avtala innihald og praktisk viðurskifti.

Aðrar uppgávur innan fiskaheilsu eftir nærri avtalu. Greið stutt frá tørvinum í viðmerkingunum, so kunnu vit avtala eina hóskandi tænastu.

Bílegg tíð

Fyll út formin, so vendi eg aftur við váttan av degi og tíð.

Ynskt dagfesting *